Í eini dopingroynd í novembur vóru bannað evnið funnin í blóðinum á ukrainska leikaranum, Mykhailo Mudryk, sum dagliga spælir við Chelsea. Tað skrivar ukrainski miðilin Tribuna.
23 ára gamli Mykhailo Mudryk hevur ikki verið í hópinum hjá Chelsea seinastu fýra dystirnar. Úrslitini frá eini B-dopingroynd verða tøk í næstum, og vera eisini bannað evni funnin í henni, kann hann fáa leikbann í upp til fýra ár.
Sambært The Times hevur enska fótbóltssambandið givið Mykhailo Mudryk fyribils leikbann. Fleiri miðlar, eitt nú The Athletic, siga, at talan er um evnið meldonium, tað sama evni, sum tennisspælarin Maria Sjarapova varð tikin fyri í 2016.
Mykhailo Mudryk hevur sjálvur váttað á Instagram, at ein dopingroynd, sum var latin enska fótbóltssambandinum, inniheldur eitt bannað evni. Hann sigur, at hann er sjokkeraður, tí hann ongantíð veit seg at hava tikið nakað ólógligt evni. Mykhailo Mudryk arbeiðir nú saman við Chelsea fyri at finna út av, hvussu hetta er hent.