Tær næstbestu spældu javnt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin
VÍF – H71 28-28 (13-14)

Kvinnurnar hjá VÍF og H71 mugu sigast at vera næstbestu liðini í bestu kvinnudeildini eftir oddaliðið Kyndil.

Í dystinum í Vestmanna í kvøld sást, at her er talan um tvey rættiliga jøvn lið. Dysturin leikaði javnt á frá byrjan til enda, og liðini skiftust um at hava leiðsluna. Størsti málmunurin var, tá ið H71 einaferð i seinni hálvleiki førdi við trimum málum, men endin var, at liðini spældu javnt 28-28.

VÍF byrjaði dystin við fullari ferð, og VÍF dugir væl at spæla skjótan hondbólt. Nærum hvørja einastu ferð fara tær í skjótálop, og fyrstu løtuni sá ikki út til, at hoyvíkskvinnur ordiliga vóru klárar upp á kvika spælið hjá VÍF, sum byrjaði dystin betri. Um ikki Rúna Larsen stóð so væl í málinum hjá H71 hesa fyrstu løtuna, so hevði VÍF veruliga farið frá H71.

Er skjótálopið hjá VÍF gott, so knípur meira í grundálopsspælinum, og í kvøld høvdu tær trupult at spæla seg gjøgnum sterku verjuna hjá H71, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar at halda løttu vestmannakvinnunum.

Álopsspælið hjá H71 var hinvegin ikki skjótt í kvøld. Nærum hvørja ferð H71 vann bóltin, hoyrdist venjarin rópa á sínar kvinnur um at taka tað róligt. H71 hevur annars eitt evnaríkt lið við spælarum, sum skuldu duga at spælt skjótan hondbólt, men tað sýntist ikki at vera partur av spæliætlanini í kvøld.

Í staðin varð bólturin spældur við lítlari ferð runt, og so bjóðaði onnar av systrunum Weyhe, Anna Elisabeth ella Maria, verjuni av. Tað riggaði fyri ein part væl í fyrra hálvleiki, og ofta eydnaðist at spæla veingirnar leysar, og serliga Brynhild Pálsdóttir skoraði væl fyri steðgin.

Eftir hálvleiksstøðuna 14-13 til H71, fór H71 fyrst í seinna hálvleiki nøkur mál fram um. H71 rann skjótari aftur, og tá ið VÍF ikki fekk síni skjótálop, so var trupult hjá teimum at skora.

Tá ið H71 legði seg fram um 18-15, var venjarin hjá VÍF, Ingi Olsen, skjótur at taka leikbrá. Hann flutti blaðungu, Rakul Borgarlíð Joensen, av høgra veingi á høgra bakk, og tað vísti seg at muna, tí hon var við í fleiri málum, og skjótt var VÍF komið upp á javnt, og tær komu eisini fram um.

H71 spældi seg eisini í seinna hálvleiki til nógvar møguleikar á veingunum, men VÍF hevur í donsku Idu Mai Nielsen ein góðan málverja, sum dugir at fylla málið av veinginum, og seinna hálvleiki bjargaði hon fleiri vongskotum ella fekk veingirnar at skjóta framvið málinum.

Seinastu tíggju minuttirnar skiftust liðini um at skora, og annaðhvørt var VÍF frammanfyri við einum málið, ella javnaði H71.

Rannvá Olsen legði VÍF fram um, tá ið hálvur minuttur var eftir. H71 tók leikbrá, og fór við sjey móti seks í álop. Tá ið fimm sekund vóru eftir skoraði Brynhild Pálsdóttir av høgra veingi. VÍF setti skjótt í gongd aftur, og bólturin var sendur fram eftir við kós móti tóma málinum. Men har kom málverjin, Maria Beder, og bjargaði H71 tað ein stigið.

Dómaraseðil á hsf.fo

Stigatalva SMS-deildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1139523416122
VÍF1135323811519
H71113732987517
Neistin11280281-111
StÍF9187247-606
EB11264354-905
VB10234336-1022
Stjørnan10236334-982