HB boðar i filmsbroti á Facebook frá, at Leivur Guttesen hevur gjørt sáttmála við HB fyri kappingarárið 2025.
22 ára gamli Leivur Guttesen er vaksin upp í HB, og fekk í farna kappingarár sítt veruliga gjøgnumbrot á besta liðnum hjá HB, tá ið italski venjarin, Adolfo Sormani, vísti honum álit.
Leivur Guttesen spældi sambært FaroeSoccer 25 dystir í Betrideildini í summar og hevur samanlagt spælt 37 dystir í bestu deildini, harav nakrar dystir fyri AB í 2020. Hann hevur eisini spælt við flestu ungdómslandsliðum og spældi í ár fýra U21-landdystir.