Oyggjaleikir 2027 um alt landið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tá Føroyar hýsa Betri Oyggjaleikum 2027, verða kappingarnar hildnar um alt landið.

Í Havn og nær við Havnina verður kappast í badminton, borðtennis, frælsum ítrótti, judo, kurvabólti, skjóting, súkkling, svimjing og tennis.

Bogaskjóting verður í Miðvági, fimleikur í Runavík, flogbóltur og triatlon í Klaksvík.

Fótbóltskappingarnar verða í Suðuroy, Havn og í meginøkinum annars, men enn hevur FSF ikki endaliga gjørt av, hvørjir vøllir skulu brúkast.

Oyggjaleikanevndin fegnast um at vera komin á mál við hesi truplu uppgávu, eins og nevndin fegnast um, at leikirnir eru staðsettir kring landið.  

Nevndin ásannar tó, at øll sersambondini ikki hava fingið júst tað, tey ynsktu sær, men metir, at flestu ítróttagreinar hava fingið bestu møguleikar og hentleikar til at avgreiða sínar kappingar á Oyggjaleikum.

Betri Oyggjaleikir verða í Føroyum í døgunum 3.-9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum.