Í dag skoraði Turið 20 ferðir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Allir favorittarnir livdu upp til tað, sum væntað varð av teimum í dagsins dystum í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Kyndil vann í Klaksvík móti Stjørnuni. VÍF vann móti EB í Vestmanna, og Neistin vann móti VB í Havn. H71 smurdi eisini StÍF av, og frá tí dystinum er serstøk dystarfrásøgn.

Dagsins úrslit í SMS-deildini
Stjørnan – Kyndil 23-33 (11-16)
VÍF – EB 42-27 (21-14)
Neistin – VB 36-22 (18-14)
StíF – H71 22-42 (13-25)

Hóast eingin ivi var um úrslitini í dag, so kláraði EB at fylgja við VÍF fyrsta korterið, og tað sama kláraði VB móti Neistanum. Hinvegin fór Kyndil frá Stjørnuni beinanvegin.

Eitt merkisvert í dag, var at Turið A. Samuelsen skoraði heili 20 á 33 málum hjá Kyndli. Tað er nærum óhoyrt nógv, og ein frágreiðing er, at hon umframt tey vanligu 10-15 málini, nú eisini er fara at skjóta brotskøstini hjá Kyndli, í dag sendi hon fimm brotskøst í málið.

Hjá EB var tað eisini merkisvert, at blaðunga Silja Geirsdóttir Eystberg skoraði 14 mál.


Niðanfyri eru dómaraseðlarnir frá dystunum.