Úrslitini í bestu mansdeildini í hondbólti í dag vitna um eina sera javna kapping. Í Vestmanna livdi VÍF ikki upp til favorittleiklutin móti KÍF, sum avgjørdi dystin í seinastu løtu. Heldur ikki H71, sum hevur havt góð úrslit seinastu tíðina, megnaði at vinna móti StÍF, sum vann ein rættiliga greiðan sigur. Í Klaksvík megnaði Kyndil, sum vænta, lættliga at vinna móti Team Klaksvík.
Úrslit í Burndeildini í dag:
VÍF – KÍF 28-29 (14-13)
StÍF – H71 35-27 (16-14)
Team Klaksvík – Kyndil 22-38 (12-21)
Verður hugt nærri eftir dystunum, so sæst, at VÍF førdi við trimum málum móti KÍF bæði í fyrra og seinna hálvleiki. Men KÍF svaraði í báðum hálvleikum aftur, og tá ið í VÍF ikki megnaði at enda sítt seinasta álop ordiliga, fór KÍF skjótt í seinasta álopið í dystinum, og Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði sigursmálið 29-28, tá ið trý sekund vóru eftir, til stóra frøi hjá kollfirðingum, sum dáma sera væl at vinna móti vestmenningum.
Á Skála vann heimaliðið, sum nevnt, óvæntað lættliga móti H71. Eftir ein javnan fyrra hálvleik, fór StÍF tvey mál fram um H71 beint fyri steðgin. Í seinna hálvleiki øktu teir spakuliga leiðsluna allan hálvleikin, og StÍF vann so greitt sum 35-27. Hjá StÍF er vert at leggja til merkis, at Pætur Johansen er veruliga um at spæla seg heitan aftur, og Trúgvi Havardson heldur fram at skora nógv mál.
Tá ið kyndilsmenn komu fram um Team Klaksvík í miðjan fyrra hálvleik, gekk skjótt, og í hálvleikinum var støðan 21-12. Munurin bara øktist í seinna hálvleiki, og dysturin endaði 38-22 til Kyndil, sum nú er fremst í bestu mansdeildini. Tað gevur kanska Kyndli loyvið at droyma um fyrsta meistaraheitið, síðan 2007. So leingi hevur mest vinnandi felagið í føroyskum manshondbólti ongantíð bíðað eftir einum meistaraheiti.
Dómaraseðlarnir í dagsins dystum og stigatalvan í Burndeildini síggjast niðanfyri.



Stigatalva Burndeildin
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 11 | 323 | 305 | 18 | 15 |
StÍF | 10 | 314 | 277 | 37 | 14 |
VÍF | 10 | 326 | 284 | 42 | 12 |
Neistin | 10 | 261 | 253 | 8 | 11 |
H71 | 10 | 303 | 290 | 13 | 11 |
KÍF | 10 | 249 | 260 | -11 | 9 |
Team Klaksvík | 11 | 276 | 383 | -107 | 0 |