FC Suðuroy kunngerð á Facebook, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við miðverjan Hunter Bell úr USA.
22 ára gamli amerikumaðurin spældi seinsta kappingarárið við B71, har hann var við í 26 av teimum 27 landskappingardystunum hjá besta B71 liðnum.
FC Suðuroy vann 1. deild í ár og skal tí spæla í Betrideildini komandi ár. Hunter Bell verður sostatt ein av teimum, sum fer at manna besta FC Suðuroy liðið í 2025. Við hesum styrkinum væntar felagið at standa enn sterkari í komandi kappingarári.
Hagtøl: FaroeSoccer