Sjúrður Olsen best hagtøl í 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska hagtalssíðan í hondbólti, Handballstatz, hevur gjørt hagtølini upp fyri leikararnar í bestu mansdeildini fyri kallendaraárið 2024, og besti leikarin sambært í manshondbóltinum her heima sambært hagtølunum gjørdist Sjurður Olsen úr VÍF.

Hetta er topp 10 listin:

1 Sjúrður Olsen úr VÍF – 149.5 HBS

Sjúrður hevur skorað 160 mál fyri VÍF í 2024 við einum sera høgum skoringsprosenti, nevniliga 81,89, uttan straffir og 83,3% við straffum. Sjúrður hevur eisini gjørt um seg í verjupartinum og hevur 26 steals, ið er tað mesta hjá einum spælara í 2024.

2 Trúgvi Hávardsson úr StÍF – 146.8 HBS

Leikarin við flest HBS per dyst og nummar 2 fyri samlaða HBS er Trúgvi Hávardsson. Hann hevur skorað 125 mál og lagt upp til heili 130. Trúgvi hevur eitt sera høgt assist/villa lutfall á 3,17 og eitt skoringsprosent á 73,1. Hann hevur veruliga spælt væl í 2024.

3 William Skovsager úr Kyndli – 145.0 HBS

William Skovsager hevur havt eitt frálíkt álopsár. Við 192 málum og næstan 7 málum í miðal fyri dystin, hevur hann mest málstig í 2024. William hevur eisini 97 upplegg, sum vísa hansara álopsgávur.

4 Milenko Jelic Jelkan úr KÍF – 143,6 HBS

Milenko Jelic Jelkan er besti málmaðurin í 2024. Við 314 bjargingum og einum bjargingarprosenti á 32,7, hevur hann staðið sera væl. Hann hevur eisini eitt brotskastbjargingarprosent á 26,3.

5 Thobias H. Thisen úr Kyndli – 143.0 HBS

Thobias H. Thisen er næstmest skorandi leikarin í 2024 við 179 málum. Hann hevur skorað flest leikmál við 169.

6 Brian Slyne úr H71 – 117.6 HBS

Brian Slyne hevur havt eitt sera gott ár í álopspartinum og hevur skorað 126 mál, har 114 hava verið í opnum spælið. Hann hevur eisini lagt upp til 86 mál.

7 Mladen Mjerimacka úr VÍF – 107.9 HBS

Málverjin Mladen Mjerimacka hevur staðið væl í 2024 við 218 bjargingum og einum bjargingarprosenti á 32,2. Mladen hevur eisini 21 upplegg.

8 Dánjal Ragnarsson úr VÍF – 102.1 HBS

Dánjal Ragnarsson, sum skifti frá íslenska ÍBV til VÍF, hevur skorað 86 mál og lagt upp til 70 mál. Hann hevur eisini 14 steals og 10 blokadur.

9 Óla Jákup Gaard Olsen úr VÍF – 102.0 HBS

Óla Jákup Gaard Olsen hevur skorað 80 mál í 28 dystum av høgra vongi og høgra bakki.

10 Høgni Heinason úr H71 – 101.5 HBS

Høgni Heinason, tann ungi hoyvíkskingurin hevur skorað 60 mál og lagt upp til 81 mál í 2024. Við eini høgri skoringsprosent á 73,2% og eitt assist/villa ratio uppá 1,95, er hann eisini ein av teimum bestu í ár.


Hvat er HBS?

HBS er ein heildarmeting av leikaraavrikum í hvørjum dysti, og er sett saman av hagtølum og hendingum úr dystinum. Allir partar av spælinum telja við, bæði tey góðu og tey minni góðu tingini. Her er eitt yvirlit yvir, hvussu stigini verða roknað:

  • Mál = +0,7
  • AST (Assist) = +0,5
  • Steal = +0,5
  • Block = +0,3
  • Brotskast mál = +0,4
  • Misnýtt skot = -0,3
  • Villa = -0,5
  • Misnýtt Brotskast = -1
  • 2 min = -0,3
  • Reytt/Blátt Kort = -1
  • Bjarging = +1
  • Mál ímóti = -0,4
  • Brotkasts Bjarging = +2
  • Brotkast ímóti = -0,2
  • Spældan dyst = +1
  • Vunnan dyst = +2