Trý tey fyrstu taka leiðsluútbúgving á Setrinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Mánadagin vóru tey fyrstu trý lesandi á leiðsluútbúgvingini á Setrinum til endaliga próvtøku, har tey vardu sína masterritgerð. Hesi trý eru Helga Foldbo, virkisgreinari í Undirvísingarstýrinum, Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og Mortan Zachariassen, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum.

Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tey lesandi kunnu taka hana, meðan tey røkja síni størv. Útbúgvingin umfatar átta modul, sum samlað geva teimum 120 ECTS-stig. Hesi trý skara framúr, tí tey hava gjørt seg lidnan við útbúgvingina eitt hálvt ár fyrr enn hini, sum verða liðug í summar.

Útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum er á høgum stigi og gevur lesandi førleikar, sum svara til MBA-útbúgvingar uttanlands. Lesandi fáa nýggjar leiðsluførleikar, sum eru viðkomandi í einum føroyskum samanhangi. Í løtuni eru 25 lesandi á útbúgvingini, og tað komandi upptøkan verður í august 2025.

Við hesari útbúgvingini verður dentur lagdur á bæði teori og praksis, og tey lesandi fáa frálíka afturboðan frá undirvísarum og medlesandi. Hesin nýggi árgangur av leiðarum fer uttan iva at seta síni spor í føroyskum vinnulívi og stovnum.


Á myndini: Helga Foldbo, virkisgreinari í Undirvísingarstýrinum, Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og Mortan Zachariassen, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum, hava sum tey fyrstu fingið masterprógv í Leiðslu og Skipan á Setrinum. Her standa tey millum Súsonnu Olsen, útbúgvingarleiðara, og Ingibjørg Berg, námslektara á Søgu- og samfelagsdeildini