Methøgir sethúsaprísir í 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sethúsaprísir og íbúðarprísir vóru methøgir í 2024. Tað skrivar húsameklarafyritøkan Skyn.

Miðalprísurin í miðstaðarøkinum var 3,9 milliónir krónur fyri sethús og 3,1 milliónir krónur fyri íbúðir. Prísirnir í Føroyum hava ikki verið tálmaðir av hækkandi rentum, inflatión og kríggi, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.

Í størru økjunum er miðalprísurin á sethúsum umleið 2,3 milliónir krónur, í smærru økjunum umleið 2 milliónir krónir, og í suðurøkinum umleið 1,1 milliónir krónur. Petur Mohr Niclasen leggur dent á, at ov fáir bústaðir eru til keyps, og at ov lítið verður bygt. Tað ger tað truplari hjá fólki at koma inn á bústaðarmarknaðin.

Danski Tjóðbankin hevur staðfest, at prísgongdin á føroyska bústaðarmarknaðinum ikki er yvirmett. Samanborið við Danmark, eru sethúsaprísirnir í Føroyum hækkaðir við umleið 100 prosentum seinastu tíggju árini, meðan íbúðarprísurin er hækkaður við 70 prosentum, sum eisini sæst á donskum marknaðinum.

Alt bendir á, at sethúsaprísirnir halda fram at vaksa í 2025, tí rentan og inflatiónin væntandi fara at lækka, og fleiri lønarhækkingar eru fyri framman. Hetta fer væntandi at geva húsarhaldum størri fíggjarligt rásarúm, sigur Petur Mohr Niclasen.


 Miðalprísur (mió. kr.) Prísvøkstur Fermetraprísur
 20232024 í mió. kr.% 20232024
Sethús    
Tórshavn3,683,890,215,826.50027.500
Størri bygdir/býir2,212,280,062,815.50016.100
Smærri bygdir1,842,010,179,414.90015.400
Sandoy-Suðuroy1,011,130,1211,69.4009.300
Íbúðir    
Tórshavn2,863,09 0,238,0 35.40035.400