Sjey hondbóltsdystir um vikuskiftið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fult umfar er í bestu hondbóltsdeildunum hjá kvinnum og monnum í dag og í morgin.

Í kvinnudeildini eru spennandi dystir á skránni, tí tey ovastu fýra liðini spæla móti hvør øðrum, og tey niðasta fýra spæla móti hvør øðrum.


Leygardagin tekur Stjørnan móti VB í Klaksvík. Hetta er dystur millum tvey tey niðastu liðini í kappingini, og tí skuldi verið útlit fyri einum jøvnum dysti. Stjørnan hevur tó havt eina góða gongd í seinastuni og spældi seg víðari til hálvfinalunar í steypakappingi. Stjørnan má tí metast at vera best boðið upp á ein vinnara í hesum dystinum.

Leygarkvøldið taka kvinnurnar hjá StÍF móti EB á Skála. Her er púra opið, hvør fer at vinna.

Oddaliðið Kyndil tekur sunnudagin móti VÍF. Hóast lítið skilir liðini á stigatalvuni, so er Kyndil greiður favorittur, tí Kyndil hevur higartil vunnið allar dystirnar í landskappingini.

Í hinum dystinum sunnudagin taka hoyvíkskvinnur úr H71 móti Neistanum. H71 hevur higartil staðið seg betri enn Neistin, men nú landsliðsleikarin Bjørt Franksdóttir Joensen er aftur í Neistanum, er liðið vorðið nakað sterkari, og tí kann henda at ávísur spenningur verður í hesum dystinum

SMS-deildin kvinnur:

Leygardagin, 18. januar

  • Kl. 13.30 Stjørnan – VB
  • Kl. 18.00 STÍF – EB

Sunnudagin, 19. januar

  • Kl. 14.00 H71 – Neistin
  • Kl. 14.00 Kyndil – VÍF

Hjá monnunum eru allir dystirnir klokkan 16.00 sunndagin.

Landskappingin hjá monnum er sera jøvn hetta kappingarárið, og bara Team Klaksvík er farið langt aftur um hini seks liðini.

Seks tey fremstu liðini spæla móti hvør øðrum sunndagin, og allir dystirnir eru púra opnir, og tað er nærum ómøguligt at gera nakran til favoritt fram um nakran annan.

Landskappingin er soleiðis skipað, at tey ovastu koma øll í FM-endaspælið, og tað tykist longu avgjørt at øll uttan Team Klakvík koma víðari. Tí sær út til, at liðini ikki leggja so nógv í, hvør er best beint nú, tí tað ræður um at verða so væl fyri sum møguligt, tá ið spælt verður um FM í apríl, og so eru nøkur lið, sum hugsað mest um at vera so væl fyri sum gjørligt til hálvfinalurnar í steypakappingini, sum verða í næstum.

Burndeilin menn

Sunnudagin, 19. januar

  • Kl. 16.00 KÍF – STÍF
  • Kl. 16.00 Kyndil – VÍF
  • Kl. 16.00 H71 – Neistin

Stigatalva SMS-deildin

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1346527419126
H711344534410121
VÍF1341929512421
Neistin133393221715
StÍF11228312-846
EB13324433-1095
Stjørnan12296400-1044
VB12273409-1362


Stigatalva Burndeildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
StÍF113433053816
Kyndil113233051815
VÍF113583124614
H7111331322911
Neistin11289282711
KÍF11281284-311
Team Klaksvík12300415-1150