Stjørnan veruliga komin í gongd

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin kvinnur
Stjørnan – VB 33-18 (17-11)

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava verliga fingið gongd á kappingarárið seinastu tíðina, og tær hava millum annað spælt seg í hálvfinalunar í steypakappingini. Góða gongdin helt fram í dag, tá ið VB vitjaði norði í Klaksvík.

Stjørnan vann dystin við heili 15 málum, 33-18 og vóru frammanfyri allan dystin. Bara eina heilt lítla løtu í fyrra hálvleiki var VB um at fáa Stjørnuna aftur, annars var eingin ivi um úrslitið.

Í hálvleikinum førdi Stjørnan 17-11, og beint eftir steðgin økti tær upp í tíggju mál, og munurin øktist spakuliga allan seinna hálvleik. Útslitið gjørdist, sum nevnt, 33-18 til Stjørnuna.

Við sigrunum blandar Stjøran seg veruliga í stríðið um seinastu plássini at koma í FM-finaluumfarið.

Fyri Stjørnuna skoraði Iuliia Nalivko 8 ferðir, og Carmen Luiza Silva skoraði eisini 8 ferðir fyri VB.


Dómarseðil á hsf.fo


Stigatalva SMS-deildin kvinnur

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1346527419126
H711344534410121
VÍF1341929512421
Neistin133393221715
Stjørnan13329418-896
StÍF11228312-846
EB13324433-1095
VB13291442-1512