Neistin vann á H71

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Neistin stóð fyri ein einum heldur óvæntaðum úrsliti í bestu kvinnudeildini í hondbólti, tá ið tær vunnu móti H71.

Neistin hevur higartil í kappingarárinum ikki megnað at staðið Kyndli, H71 og VÍF kurl, men í dag vunnu tær so fyrstu stigini móti topp 3. Eitt óvæntað úrslt, og tó ikki, tí hjá H71 manglaði spælskiparin Maria Halsdóttir Weyhe, og tað sást aftur.

Liðini fylgdust fyrstu 20 minuttirnar, og H71 var eisini frammanfyri viðhvørt. Men beint fyri hálvleik eydnaðist Neistanum at leggja seg fram um, og í steðginum var 18-14 til Neistan.

Neistin økti beinanvegin í seinna hálvleiki, og málverjin, Yui Shibuya, nærum stongdi málið í longum løtum í seinna hálvleiki. H71 hevði millum annað serstakiliga trupult við at skora upp á brotskast, og fýra leikarar brendu fimm av seks brotskøstum í dystinum.

Eina løtu førdi Neistin við átta málum, og dysturin endaði 28-23 til Neistan.

Elsa Egholm skoraði seks ferðir fyri H71, og Bjørk F. Joensen skoraði sjey mál hjá Neistanum.


Kyndilskvinnur vunnu aftur greiðan sigur í dag, hóast mótstøðan var rímiliga sterk. VÍF á triðja plássi vitjaði í høllini Hálsi, og tær megnaðu bara at fylgja við Kyndli fyrsta korterið.

Kyndil var einfalt ov sterkt , og er eisini vorðið upp aftur betri mannað, tí landsliðsleikarin Natasja Hammer, sum í fjør spældi við StÍF, eg aftur í grøna búnanum.

Kyndil førdi 18-13 í hálvleikinum, og vann dystin 32-22.

Turið Samuelsen skoraði 10 mál fyri Kyndil, og Agnas Funn skoraði 6 ferðir fyri VÍF.

SMS-deildin kvinnur:

Leygardagin, 18. januar

  • Stjørnan – VB 33-18 (17-11)
  • STÍF – EB 28-24 (16-10)

Sunnudagin, 19. januar

  • H71 – Neistin 23-28 (14-18)
  • Kyndil – VÍF 32-20 (18-13)

Stigatalva SMS-deildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1449729620128
H71144683729621
VÍF1444132711421
Neistin143673452217
StÍF12256336-808
Stjørnan13329418-896
EB14348461-1135
VB13291442-1512