Hagstovan er komin við nýggjastu hagtølinum fyri arbeiðsloysið. Tey vísa, at arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent í desembur, sum er óbroytt samanborið við desembur árið fyri. Hjá monnum vaks arbeiðsloysið við 0,1 prosentstigum, meðan tað hjá kvinnum minkaði við 0,1 prosentstigum.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Samvirkin talva frá Hagstovu Føroya
Í desembur vóru 285 fulltíðararbeiðsleys, sum er trettan fleiri enn árið fyri, hóast talið av arbeiðsleysum í desembur var 24 færri enn sama tíðarskeið árið fyri. Tað vísir, at arbeiðsloysistíðin er vaksin.
Í desembur var arbeiðsloysið millum kvinnur 0,7 prosent, og millum menn var tað 1,1 prosent.
Sandoyar økið hevði minst arbeiðsloysi við 0,5 prosentum, meðan Suðurstreymoyar økið hevði størst arbeiðsloysi við 1,2 prosentum. Størsti vøksturin varð staðfestur í Vága øki, har arbeiðsloysið vaks við 0,4 prosentstigi, og nú er 1,0 prosent.
Størsta arbeiðsloysið í desembur varð staðfest í aldursbólkinum 25-34 ár við 1,4 prosentum, meðan minsta arbeiðsloysið var millum 16-24 ára gomlu við 0,7 prosentum.
13 prosent av teimum arbeiðsleysu í desembur vóru langtíðararbeiðsleys. Tað merki at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tað svarar til 42 persónar. Hetta eru 13 fleiri samanborið við desembur árið fyri.