Portugal skal royna at steðga Danmark í hálvfinaluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Danmark tryggjaði sær í dag eitt pláss í HM-hálvfinaluni eftir ein sannførandi 33-21 sigur á Brasil.

Fyrri hálvleikur var merktur av góðum verjuspælið, men Danmark megnaði at koma til hálvleiks við eini leiðslu á 15-12. Í seinna hálvleiki spældu danir framúr álopshondbólt og øktu leiðsluna við níggju málum.

Í hálvfinaluni skal Danmark spæla móti Portugal, sum í kvøld vann fjórðingsfinalu móti Týsklandi.

Portugal var betri í fyrra hálvleiki, men Týskland við málverjanum, Andreas Wolff, á odda tók yvir í seinna hálvleiki, og dysturin endaði við javnleiki eftir vanliga leiktíð.

Í longdu leiktíðini vann Portugal 31-30. Martim Costa tryggjaði Portugal sigurin, tá ið trý sekund vóru eftir á klokkuni.

Portugal skal í hálvfinaluni fríggjakvøldið vita, um teir klára ta nærum ómøguligu uppgávuna at vinna móti Danmark, sum higartil í HM-endaspælinum hevur verið í ein flokki fyri seg.