So er Géza Turi í Grimsby

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Vælkomin til Grimsby, skrivar Grimsby Town á føroyskum á heimasíðuni hjá felagnum. Nú tað langt um leingi er tað greitt, at úrmælingurin úr Gøtu skal spæla fyri liðið í fjórðbestu ensku deildini.

The Mariners skriva, at tað er við stórari gleði, at felagið kann kunngera, at sáttmáli verður undirskrivaður við Géza Dávid Turi frá føroyska felagnum Víkingi.

23 ára gamli Géza Turi skal spæla á Blundell Park fram til summarið 2027, treytað av at øll loyvir fella upp á pláss.

Géza Turi hevur spælt næstan 150 dystir fyri Víking, og var ein týðandi partur av liðinum, sum vann føroyameistaraheitið í fjør.

Fyrr í vetur fekk Geza Turi danska ríkisborgararætt, sum gevur honum rætt at spæla á føroyska landsliðnum. Hann hevur ungarsk foreldur, men flutti saman við foreldrunum til Gøtu sum smádrongur, tá ið pápin við sama navnið kom til Føroya at standa í mál hjá GÍ og seinni Víkingi.

Tey flestu væntað, at hann verður í næsta landsliðshópinum, sum komandi landsliðsvenjarin fer at taka út.

Venjarin hjá Grimsby David Artell sigur við heimasíðuna hjá Grimsby:

– Vit eru sera glað fyri at bjóða Géza vælkomnan. Hansara teknisku evni undir trýsti hava imponerað okkum.