Nýtt stýri í Bú- & Heimatænastuni í Suðuroynni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á stýrisfundi í Bú- & Heimatænastuni í Suðuroynni varð nýggj leiðsla vald til stýrið. Tað skrivar Vágs kommuna á heimasíðu síni.

Ása Holm, borgarstjóri í Porkeri, er nýggj forkvinna í stýrinum, meðan Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, er valdur til næstformann.

Bú & Heimatænastan í Suðuroynni veitir tænastur til borgarar í øllum kommununum í oynni.

Hini stýrislimirnir eru:

  • Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar Kommuna
  • Jóanes Lisberg, borgarstjóri í Fámjins Kommuna
  • Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommuna
  • Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar Kommuna
  • Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs Kommuna
  • Arni Brattaberg, býráðslimur í Vági
  • Eyð Eidesgaard, býráðslimur á Tvøroyri