,

Fiskimannafelagið vil úr ALS

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fiskimannafelagið vil ikki longur gjalda til ALS-skipanina, um støðan ikki skjótt broytist.

Formaðurin, Jan Højgaard, sigur, at støðan er ikki haldbar, tí sjómenn bara gjalda inn í ALS-kassan, og fáa einki út.

Stýrið fyri ALS hevur mælt til fleiri broytingar í ALS-lógini, og uppskotið varð tikið upp í Løgtinginum í gjár.

Føroya Fiskimannafelag krevur, at fiskimenn skulu bíða 15 dagar í staðin fyri 30 fyri at sleppa upp í ALS, og at teir kunnu vera í skipanini í 90 dagar í staðin fyri 60.

Jan Højgaard vísir á, at í verandi uppskoti eru fiskimenn einastu, sum ikki fáa karensdagarnar broyttar. Hetta fær felagið at krevja sín rætt.

Jan Højgaard vísir á, at fiskimenn gjalda nógv inn til ALS, men at geva út til okkara limir gongur heldur trekt.

Hann nevnir, at í 2022 fiskaðu 17 bestu skipini fyri 2,45 milliardir krónur, og restin fiskaði fyri 1,23 milliardir. Talan er um fýra milliardir krónur, sum fiskimenn koyra í føroyska samfelagið, sigur hann.