NSÍ og amerikanski verjuleikarin James Michael Drye hava valt at enda samstarvið, hóast sáttmálin var galdandi fyri kappingarárið 2025. James kom til Føroya í 2022 og spældi fyrstu tvey árini í næstbestu deildini fyri B71.
Í novembur 2023 skrivaði James Michael Drye undir ein tveyára sáttmála við NSÍ. Seinasta kappingarár gjørdist hann ein týðandi leikari fyri felagið, har hann spældi 24 dystir.
Hann er kendur fyri sítt góða verjuspæl, framúr bóltførleika og síni longu innkøst. Við evninum at spæla bæði í miðverjuni og á vinstra bakki, hevur hann verið ein álítandi spælari á fleiri plássum.
Í NSÍ hava tey verið væl nøgd við James Michael Drye.
– James, tú ert altíð vælkomin at vitja við Løkin, sigur felagið í eini heilsan til James.