Lítlu Plymouth sendu oddaliðið Liverpool úr FA-Cup

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Steypakappingar eru til óvæntað úrslit, og eitt av teimum heilt óvæntaðu var í gjár, tá ið Plymouth Argyle, sum liggur niðast í næstbestu deildini, vann á oddaliðnum í Premier League, Liverpool.

Plymouth, sum fyrr í ár, hevði Wayne Rooney sum venjara, vann ein uppibornan sigur, móti Liverpool, sum spardi meginpartin av bestu leikarunum dystin í Premier League móti Everton, sum verður mikukvøldið.

Plymouth skoraði einasta málið í dystinum við brotssparki í seinna hálvleiki, eftir at bóltur kom í hondina hjá einum Liverpool-leikarar inni í brotsteiginum.


Eisini feløg sum Tottenham, og Chelsea fóru úr steypakappingini. Arsenal fór longu úr FA-Cup í 3. umfari. Harvið eru trý lið av fýra teimum fremstu í Premier League úti úr FA-Cup. Nummar trý Nottingham Forest spælir týskvøldið móti Exceter.

Hinvegin komu bæði liðini úr Manchester, United og City, víðari til 5. umfar, og eru nú at meta sum favorittar at vinna siðbundnu ensku steypakappingina saman við Newcastle.

Úrslit í 4. umfari í FA-cup

Aston Villa – Tottenham Hotspur 2 – 1
Plymouth Argyle – Liverpool 1 – 0
Blackburn Rovers – Wolverhampton Wanderers 0 – 2
Brighton and Hove Albion – Chelsea 2 – 1
Birmingham City – Newcastle United 2 – 3
Wigan Athletic – Fulham 1 – 2
Stoke City – Cardiff City 3 – 3 ( 4-2 eftir brotssparkskapping)
Southampton – Burnley 0 – 1
Preston North End – Wycombe Wanderers 0 – 0 (4-2 eftir brotssparkskapping)
Everton – Bournemouth 0 – 2
Coventry City – Ipswich Town 1 – 4
Leyton Orient – Manchester City 1 – 2
Leeds United – Millwall 0 – 2
Manchester United – Leicester City 2 – 1

Mánakvøld
Kl 19.45 Doncaster Rovers – Crystal Palace

Týskvøld
Kl. 20.00 Exester City – Nottingham Forest