KT-felagið mælir til brúkararáð fyri Talgildu Føroyar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

KT-felagið mælir til, at eitt brúkararáð verður stovnað fyri Talgildu Føroyar. Ráðið skal hava umboð fyri ymiskar samfelagsbólkar, sum til dømis pensionistar og studentar, fyri at tryggja, at allir bólkar verða hoyrdir í menningartilgongdini. Tað sigur KT-felagið í hoyriingsskrivi til lógarskot um Talgildu Føroyar 2.0.

KT-felagið fegnast um lógaruppskotið og tekur undir við týdninginum av talgilding.

Felagið ger tó vart við, at p-talið eigur at verða leysgivið beinanvegin, tí verandi skipan er óruddilig og skapar trupulleikar fyri fyritøkur.

Eisini verður mælt til eina eftirmeting av Talgildu Føroyum, fyri at tryggja at talgilding gagnar bæði borgarum og føroyska samfelagnum.

KT-felagið leggur dent á, at tað er týðandi brúka føroyskar veitarar, tí hetta stuðlar búskapinum, tryggjar varandi veitingartrygd í einum alsamt meira ótryggum altjóða samfelag og varðveitir strategiska vitan í Føroyum.

Samanumtikið tekur KT-felagið undir við lógaruppskotinum, men heldur tørv vera á betri skipanum fyri p-tal, brúkararáð og føroyskar veitarar fyri at tryggja eina munagóða og brúkaravinarliga talgilding.