Hondbóltssamband Føroya og høllin við Tjarnir hava í dag undirskrivað leigusáttmála, sum inniber, at umsitingin hjá Hondbóltssambandinum fer at húsast í høllini.
Leigusáttmálin varð undirskrivaður av Regini W. Dalsgaard, stjóra við Tjarnir, Jógvani Emil Nielsen, næstformanni í Hondbóltssambandinum, og Andrassi Thomsen, stjóra í Hondbóltssambandinum.
Regin W. Dalsgaard sigur, at tað eru nógvir smálutir at fáa greiðu á í einum tílíkum sáttmála, men hann og Jógvan Emil Nielsen fegnaðust um, at nú er komið á mál.
Flestu stóru tiltøkini hjá Hondbóltssambandinum fara at verða í høllini við Tjarnir, millum annað steypafinalur og landsdystir.
Fyrstu tiltøkini verða steypafinalurnar hjá børnum og vaksnum dagarnar 21.- til 23. februar. Síðan verður EM-undandysturin hjá manslandsliðnum í hondbólti móti Niðurlondum tann 12. mars.
Í morgin letur stórhøllin upp fyri almenninginum, og møguleiki verður at vitja millum kl. 11.00 og 17.00.