Kleyvarskapur hjá H71 gav Neistanum finaluplássið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi Steypakappingini Kvinnur
H71 – Neistin 22-25 (12-14)

Neistakvinnur eru komnar í steypafinaluna hjá kvinnum. Undan seinna dystinum var H71 eitt mál framman fyri, og tá ið fimm minuttir vóru eftir, førdi H71 eisini seinna dystin við einum málið, og fimm minuttir vóru eftir.

So valdi venjarin hjá H71 heilt løgið at fara at spæla við sjey leikarum í álopinum, og tað ber til at siga, at tað kostaði sigurin. Tvær ferðir kastaði Neistin í tómt mál, og so hevði Neistin momentum.

H71 skoraði ikki aftur, og endin varð, at Neistin vann 22-25, og eru í finaluni.


Heilt fitt av áskoðarum vóru í høllini, og serliga Neistafólk høvdu veruliga gjørt seg kláran í bláum klæðum og við fleiri trummum.

Fyrsta korterið fylgdust liðini, og tað var sjáldan meira enn eitt mál á muni. Bæði liðini royndu at spæla skjótt, og sum heild var talan um rímiliga góðan hondbólt.

Elsa Egholm var drúgvast hjá H71, og eisini systurin Karin Egholm skoraði fleiri mál av høgra veingi. Hjá Neistanum setti kvika Ró Reginsdóttir nógv góð álop upp, tá ið hon bjóðaði av mitt fyri og spældi inn á strikuna til Brynju Høj ella vann sær brotskast.

Seinastu løtuna vann Neistin seg fram um H71, og í hálvleikinum var 12-14 til Neistan. Hesa løtuna var tað serliga Anna Mikkelsen, sum hevði hepni við at fáa bóltarnar í málið. Eisini hevði málverjin, Yui Shibuya, fleiri góðar bjargingar.

Neistin helt seg frammanfyri fyrstu minuttirnar eftir steðgin. Viðhvørt var eitt mál á muni og viðhvørt tvey. Einaferð hevði Ró Reginsdóttir gyltan møguleika at leggja Neistan fram um við trimum málum, men hon brendi púra leys. Alda av Skarði bjagaði væl í málinum hjá H71 hesa løtuna

Neistin helt seg frammanfyri fyrsta korterið, men H71 gavst ikki so, og tá ið sekstan minuttir vóru spældir, legði Brynhild Pálsdóttir fyri fyrstu ferð í seinna hálvleiki H71 fram um, 19-18.

Verjan hjá H71 stóð væl hesa løtuna, og Neistin skoraði einki mál í sjey minuttir. H71 var tá ið komið fram um 21-18. Men við teimum skjótum málum, minkaði Neistin til 21-20, og løtu seinni var 21-21, hóast Neistin var ein leikara í undirtali, tí Marjnun Danberg fekk sína triðju útvísing og harvið reytt kort.

Endan hava vit skriva um, og fólk í høllini vóru samd um, at tað var veruligur kleyvarskapur hjá H71-venjaranum, at hann valdi at spæla sjey móti seks. Tað kostaði fyrst tvey mál og so sigurin.

Tað skal líka nevnast, at málverjin hjá Neistanum, Yui Shibuya, stóð sera væl móti endanum av dystinum, og hon var rættiliga avgerandi fyri dystin.

Tað er lítið at ivast í, at Neistin skal spæla móti Kyndli í finaluni, so tað verður talan um eina reina Havnarfinalu í høllini við Tjarnir komandi leygardag.


Faxe Kondi Steypakappingini Kvinnur
H71 – Neistin 22-25 (12-14) (Samanlagt 44-46)

H71:

  • Elsa Egholm 7
  • Maria H. Weyhe 5
  • Karin Egholm 3
  • Sára Jacobsen 3
  • Lea S. L. Brockie 2
  • Anna Elisabeth H. Weyhe 1
  • Brynhild Pálsdóttir 1
  • Rúna J. Larsen
  • Karina Debes Heinesen
  • Lukka Arge
  • Alda av Skarði
  • Inga Maria Joensen
  • Tóra Róadóttir
  • Maria Beder
  • Fjóla Skaalum Vilhelm
  • Sofe Kornelius

Útvísingar:

  • Lukka Arge: 1 útvísing

Neistin:

  • Anna S. Mikkelsen 7
  • Bjørk F. Joensen 7
  • Silja Heðinsdóttir 4
  • Brynja Høj 3
  • Birna Eyðunardóttir 2
  • Ró Reginsdóttir 1
  • Hervør Niclasen 1
  • Erla Eliasen
  • Eir Martinsdóttir
  • Tóra L. Mortansdóttir
  • Bára Eliasen
  • Lív Rouch
  • Helena D Magnussardóttir
  • Yui Shibuya
  • Miriam Bethuelsdóttir

Útvísingar:

  • Ró Reginsdóttir: 1 útvísing
  • Marjun Danberg: 3 útvísingar og harvið reytt kort

Dómarar: Heri Petersen og Olaf Funderud