Umboðsmaðurin vil ikki viðgera setan av nýggjum prósti

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Umboðsmaðurin fer ikki at viðgera eina klagu í sambandi við setan av nýggjum prósti.

Klaga varð send umboðsmanninum um eina kæruavgerð hjá Almanna- og mentamálaráðnum viðvíkjandi setan av nýggjum prósti.

Sirið Stenberg setti eftir tilmæli frá bispi Ova Brim í starvið sum próst. Fimm prestar kærdu setanina til Almanna- og mentamálráðið, tí teir vóru misnøgdir við setanartilgongdina og avgerðina.

Almanna- og mentamálaráðið hevði ta fatan, at føroyska fólkakirkjan ikki er partur av almennu fyrisitingini og tí heldur ikki fevnd av eitt nú lógini um Løgtingsins umboðsmann.

Klagarin var ikki samdur í hesi fatan og førdi fram, at í øllum førum partar av virkseminum hjá fólkakirkjuni eru at meta sum fyrisitingarligt virksemi.

Umboðsmaðurin metur seg ikki kunna viðgera klaguna uttan eisini at fyrihalda seg til setanarmálið hjá fólkakirkjuni.

Hann heldur, at støða fólkakirkjunnar innan fyrisitingina ikki er nóg greitt ásett í lóggávuni.

Umboðsmaðurin hevur tí sent fráboðan um lýti við lóggávuni til Løgtingið og landsstýriskvinnuna í Almanna- og mentamálum.


Mynd: Fólkakirkjan – Jens Kristian Vang