John Eystberg stillar til forsetavalið í Fótbóltssambandinum

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Vágbingurin John Eystberg, sum hevur umboðað fleiri føroysk feløg, stillar upp til forsetavalið í Fótbóltssambandinum á aðalfundinum, sum verður 8. mars.

Valið fer sostatt at standa millum Christian Andreasen, sum hevur sitið sum forseti síðani 2010, og John Eystberg, sum ongantíð áður hevur sitið í nevndini.

í hesum sambandi hava vit funnið eitt gamalt, men sera stuttligt sjónband fram, tá Føroyar av fyrstan tíð bjóðaði av í altjóða fótbólti.

í sjónbandinum síggja vit eisini Jan Allan Müller og rithøvundan Høgna Mohr. Jan Allan hevði longu spælt fyrsta landsdystin, men var ikki við, tá Føroyar vann 1-0 á Eysturríki í Landskrona. Hann spældi annars 34 landsdystir og skoraði 4 mál (ímóti Skotlandi, Slovakia, Jugoslavia og Estlandi) árini 1988-1998. í 1999 gjørdist Jan Allan føroyameistari við KÍ. Harafturat var hann yrkisleikari í hollendska Go Ahead Eagles og danska Esbjerg BK.