Í sambandi við almenna tiltakið tá ið stórhøllin við Tjarnir lat upp, skipaði Róðrarsambandið fyri HM í inniróðri í stásiligu høllini. Hetta var samstundis fyrsta altjóða kapping, sum skipa varð fyri í stórhøllini við Tjarnir.
Kappast var í 500 metur sprint, og enn einaferð fingu okkara rógvarar fleiri góð úrslit og vunnu tvey silvurheiðursmerkir.
Mattias Durhuus vann silvur í bólkinum 19-20 ár við tíðini 1.17,4, og Sarita K. Hansen vann silvur í lættvekstbólkinum hjá kvinnum 23-29 ár við tíðini 1.38,1.
Í Róðrasambandinum er tey ógvuliga stolt av, at føroysku rógvararnir teljast millum heimselituna í inniróðri.
Ellivu føroyskir rógvarar høvdu róð seg til kappingini í 500 metra sprint, og valdu allir íðkararnir at rógva teinin við Tjarnir.
Komandi vikuskiftið, tann 22-. og 23. februar, fara teir føroysku rógvarnir aftur í eldin, tá kappast verður um heimsmeitaraheitini á 2000 metra teininum í skúlanum við Gøtugjógv.
Róðrasambandið sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin at heppa á okkara dugnaligu rógvarar.
Úrsliti frá 500m sprint:
U17 Dreingir
- Pauli Joensen nr. 4 tíð: 1.23,8
- Nóa Rúnason nr. 5 tíð: 1.25,7
- Jógvan Fríði Christiansen nr. 45 tíð: 1.59,4
- Kristian Svenning Johannesen nr. 47 tíð: 02.07.0
U17 Gentur
- Vár í Húsunum nr. 8 tíð: 1.41,9
- Nanna Schiller, vegna tekniskar trupulleikar var tíðin ikki góðtikin.
- Poula Christiansen, vegna tekniskar trupulleikar var tíðin ikki góðtikin.
Menn 19-20 ár
- Mattias Durhuus nr. 2 tíð: 1.17,4
Kvinnur 23-39 ár
- Vár G. Hansen nr. 7 tíð: 1.32,1
Kvinnur 23-39 ár Lættvekt
- Sarita K. Hansen nr. 2 tíð: 1.38,1
Kvinnur 40-44 ár
- Jóhanna av Steinum nr. 7 tíð: 1.36,8