,

Mjølnir argaði aftur oddaliðið SÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hotel Djurhuus-deildin:
SÍ – Mjølnir 3-2 (25-20, 23-25, 25-16, 26-28, 15-10)

Fyri dystin í gjárkvøldið var tað bara hent einaferð, at SÍ ikki hevði fingið fulla úrtøku úr dystunum hetta kappingarárið, og tað var tá ið SÍ tapti 3-2 fyri Mjølni í Klaksvík 18. desember. Í gjár hendi tað so aftur, tó at SÍ vann hesa ferð, men einans tvey stig, tí Mjølnir gav teimum dygga mótstøðu og tvingaði SÍ út í fimm sett.

Eftir at SÍ hevði vunnið fyrsta settið 25-20, beit Mjølnir veruliga frá sær í øðrum setti og fór frá 11-9 heilt upp á 18-9 eftir góðar servur frá Elisabet Norðoy Vilhelmsen, sum SÍ ikki fekk bilbugt við. Settið sá út til at vera komið undir land, tá ið Mjølnir legði seg á odda 24-18, men tað var kortini ikki fyrr enn við tí sætta settbóltinum, at Mjølnir endiliga tryggjaði sær settið 25-23, tá ið servumóttøkan hjá SÍ fleyg upp í nevan á Siri Hanusardóttir Samson, sum hamraði bóltin í gólvið hjá SÍ.

Í triðja setti var SÍ aftur omaná og vann lættliga 25-16, men Mjølnir mentist aftur og bjóðaði av í fjórða setti og var á odda mesta partin av settinum. SÍ hevði tó dystarbólt við støðuna 25-24, men Mjølnir yvirlivdi og vann ístaðin settið 28-26 við sínum fjórða settbólti, tá Maria Teresa Vitalis á miðjuni gjørdi sær dælt at einum leysum bólti, sum hekk uppi við netkantin.

Javnbrótarin var javnur fyrstu løtuna, men eftir 7-6 til SÍ fór at dragna millum liðini, og við fýra stigum á rað gjørdist støðan 11-6, og tá hevði Mjølnir einki aftursvar, og so vann SÍ javnbrótaran 15-10, tá Sissal Ellefsdóttir, sum hevði vunnið eitt hav av stigum, vann uppaftur eitt, tá hon sló annan av fimm dystarbóltum í blokkin og út.

Stigið, sum Mjølnir fekk fyri dystin, ger, at Mjølnir framvegis er við í kappingini um bronsuna, har Mjølnir er nr. 5 við 14 stigum, tvey stig aftanfyri TB á fjórða plássi við 16 stigum, sum er eitt minni enn KÍF, sum hevur 17 stig á triðja plássi. Sunnudagin tekur Mjølnir ímóti TB og KÍF ímóti Drátti.

SÍ hevur frí næsta vikuskifti, men spælir sunnudagin 2. mars ímóti Fleyr í Havn.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Nr.LiðDystir (av 15)SettmunurStig
1122733
2Fleyr121828
3KÍF12-417
4TB12-316
5Mjølnir12-314
6Dráttur12-350

Mynd: SÍ

———————————
Flogbóltssamband Føroya
———————————