,

MobilePay tókt í Føroyum í apríl

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í næstum verður tað møguligt at brúka væl umtóktu appina MobilePay í Føroyum. Tað boða føroysku peningastovnarnir frá.

Føroysku peningastovnarnir hava í fleiri ár samskift við MobilePay fyri at fáa tænastuna tøka. Síðstu tøkniligu forðingarnar verða nú loystar, og í apríl kunnu privatkundar byrja at senda og móttaka pengar við MobilePay. Vinnurekandi kunnu væntandi byrja at brúka appina áðrenn summarfrítíðina.

Felagið Peningastovnar hevur í longri tíð samskift við MobilePay fyri at fáa neyðugu tillagingarnar gjørdar. Tað hevur av tøkniligum ávum ikki borið til at brúkt føroysk p-tøl, v-tøl, telefonnummur og Samleikan í MobilePay, og tí hevur appin ikki riggað í Føroyum. Nú verða síðstu tillagingarnar gjørdar, og øll omanfyri 13 ár kunnu skjótt fáa gagn av appini.

MobilePay er ein app, sum ger tað ómakaleyst at flyta, gjalda og savna pengar. Til ber at senda pengar við at skriva telefonnummarið hjá móttakaranum, og pengarnir koma á kontu alt fyri eitt. Appin hevur nógvar fyrimunir, bæði fyri privatpersónar og vinnurekandi.

MobilePay hevur longu omanfyri 4,5 mió. brúkarar í Danmark, og mongir føroyingar eru vanir við at brúka appina frá sínum tíð í Danmark. Nú fáa eisini føroyingar í Føroyum gleði av appini.