Tveir úr grannalagnum, Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus, dømdu fyrsta dystin í hjøllini við Tjarnir. Soleiðis skrivar Hondbóltssambandið á Facebook.
Teir báðir hava verið við í H71 nærum frá byrjan og spældu í mong ár við besta liðnum hjá H71. Sostatt hava teir verið patur av eini rívandi menning av hondbóltinum í Hoyvík. Frá tí lítla felagnum, sum mátti oman til Havnar at venja, til H71 er vorðið flaggskipið í føroyskum hondbólti, síðan Hoyvíkshøllin varð tikin í brúk í 2002.
Í gjár sluppu teir so at døma fyrsta dystin í høllini við Tjarnir, sum stendur í Hoyvíkhaganum, norðan fyri Stórutjørn.