EB og Stjørnan kappast um seinasta plássið í FM-spælinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tríggir dystir í bestu kvinnudeildini vóru spældir leygardagin.

VÍF – StÍF 31-27 (17-7)
Í Vestmanna gjørdi VÍF sítt fyri at halda fast í øðrum plássinum, sum gevur beinleiðis atgongd til hálvfinalurnar.

VÍF vann 31-17 móti StÍF og hevði tamarhald á støðuni gjøgnum allan dystin. VÍF førdi 17-7 í hálvleikinum, og munurin helt sær fram til seinastu minuttirnar, tá ið StÍF minkaði munin niður til 31-27.

Fyri VÍF skoraði Fríða Nolsøe Olsen 8 mál, og Josefine Dyring skoraði 11 ferðir fyri StÍF.


Stjørnan – Neistin 29-34 (13-16)
Neistakvinnur vunnu, sum væntað, móti Stjørnuni í Klaksvík. Tær komu fram um beinanvegin, og vóru framman fyri allan dystin.

Í hálvleikinum var 13-16 til Neistan, og dysturin endaði 29-34 til Neistan.

Fyri Stjørnuna skoraði Mina Sirdal Henriksen 9 mál, og Bjørk F. Joensen skoraði 11 mál fyri Neistan.


EB – VB 32-19 (16-9)
EB vann greitt 32-19 móti VB og fór við sigrinum upp á sætta pláss, eitt stig fram um Stjørnuna.

EB førdi allan dystin. Í hálvleikinum var støðan 16-9, og dysturin endaði 32-19.

Silja Geirsdóttir Wardum skorði 9 mál fyri EB, og Carmen Luiza Silva skoraði 6 mál fyri VB.


Kyndilskvinnur hava tryggjað sær fyrsta plássið í grundspælinum. VÍF og H71 kappast um annað plássið, og tað stríðið kann væl verða avgjørt í innanhýsis dysti teirra millum í Vestmanna 23. mars.

Neistin er einsamalt á fjórða plássinum, og StÍF sær eisini út til at fara at halda fast í fimta plássinum.

Sætta og seinasta plássið, sum gevur atgongd til FM-spælið, kappast EB og Stjørnan um, og tað kann væl hugsast, at dysturin teirra millum í Klaksvík 25. mars verður avgerandi fyri, hvørt av liðunum kemur víðari. VB er aftast, og sær í løtuni ikki út til at hava møguleika at koma víðari til FM-spælið.


Stigatalvan í SMS-deildini

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1863840023836
VÍF1960744016731
H711860548512027
Neistin184834562721
StÍF16363454-9110
EB19470623-1537
Stjørnan17435549-1146
VB17378572-1944

Deild: SMS kvinnur

VÍF – StÍF 31 – 27 (17 – 7)

VÍF:

  • Fríða Nolsøe Olsen 8
  • Bjørg á Líknargøtu 5
  • Mille Dahl 4
  • Ingibjørg Olsen 3
  • Agnas Funn 2 (1)
  • Rannvá Olsen 2
  • Durita Christophersen Jojic 2
  • Lise Marie Nesse Evensen 2
  • Rakul Borgarlíð Joensen 2
  • Anita Muratovic 1
  • Ida Mai Nielsen
  • Gunnvá Bárðardóttir Nielsen
  • Julianna í Gerðinum Olsen
  • Bjørk Vilhelmsen Dalsgarð
  • Liljan Muller

Útvísingar:

  • Rannvá Olsen: 1
  • Rakul Borgarlíð Joensen: 1
  • Mille Dahl: 1

StÍF:

  • Josefne Dyring 11
  • Emmy Ingibjørg Kass 5
  • Poula Dulavík Berg 4
  • Eyðbjørg Kallsberg 2
  • Maria Mrdalo 2
  • Arnfríð Jacobsen 1
  • Lisa T. Venned 1
  • Malene Madsen 1
  • Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen
  • Birita M. Absalonsen
  • Sarah Berthou
  • Bára Nesá
  • Momoko Debes

Útvísingar:

  • Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen: 1
  • Eyðbjørg Kallsberg: 1

Dómarar: Jón Simonsen og Dánial Hansen


Stjørnan – Neistin 29 – 34 (13 – 16)

Stjørnan:

  • Mina Sirdal Henriksen 9
  • Tóra Eliasen 6
  • Jancy Jógvansdóttir Poulsen 4
  • Ella Lionsdóttir Samson 2
  • Paula Á Lakujni 2
  • Iuliia Nalivko 2
  • Joan Sørensen 2
  • Hanna Brandal 1
  • Julia Jónleifsdóttir Lydersen 1
  • Bergit Svarvadal
  • Mai Olivia Høgnadóttir
  • Thea Angelika Nihlen
  • Osla Egilsdóttir Berg

Útvísingar:

  • Bergit Svarvadal: 1
  • Osla Egilsdóttir Berg: 1

Neistin:

  • Bjørk F. Joensen 11
  • Bára Eliasen 5
  • Ró Reginsdóttir 4
  • Silja Heðinsdóttir 3
  • Helena D. Magnussardóttir 3
  • Birna Eyðunardóttir 2
  • Tóra L. Mortansdóttir 2
  • Anna S. Mikkelsen 1
  • Hervør Niclasen 1
  • Marjun Danberg 1
  • Miriam Bethuelsdóttir 1
  • Eir Martinsdóttir
  • Ai Waagstein
  • Lív Rouch
  • Yui Shibuya

Útvísingar:

  • Silja Heðinsdóttir: 1
  • Marjun Danberg: 1
  • Anna S. Mikkelsen: 1
  • Helena D. Magnussardóttir: 1

Dómarar: Heri Petersen og Jóhan Lind Poulsen


EB – VB 32 – 19 (16 – 9)

EB:

  • Silja Geirsdóttir Eystberg 9
  • Sigrid Eidesgaard 6
  • Sarita Petersen 5
  • Sólveig Dahl 4
  • Karinbeth Leonsdóttir Kjærbæk 4
  • Olivia Kruse 2
  • Oda Weihe 1
  • Kirstin Hummeland 1
  • Nina Vuksanovic
  • Silrið Mørkøre Kruse
  • Sára Rúnadóttir
  • Rún T. Andreasen

Útvísingar:

  • Karinbeth Leonsdóttir Kjærbæk: 2
  • Sigrid Eidesgaard: 1
  • Olivia Kruse: 1
  • Oda Weihe: 1

VB:

  • Carmen Luiza Silva 6
  • Agatha Kjærbæk Djurhuus 4
  • Elsebeth Kjærbo Vinther 2
  • Leona Kjærbæk Djurhuus 2 (1)
  • Krista Mohr Leo 2
  • Krista Ludvig 1
  • Angela Sigga Birgisdóttir 1
  • Rebekka Holm 1
  • Bára Krosslá Mortensen
  • Gaia Ben Zikri
  • Birgit Thomsen

Útvísingar:

  • Angela Sigga Birgisdóttir: 2
  • Rebekka Holm: 1

Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus