Elsa Egholm til danskan hondbólt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsliðsleikarin Elsa Egholm úr H71 skiftir næsta kappingarár til Ajax í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Hon verður harvið liðfelagi hjá landsliðsleikarunum, tvíburðunum, Vár Zachariasen og Lív Zachariasen, sum eisini eru vaksnar upp í H71.

21 ára gamla Elsa Egholm hevur spælt 22 landsdystir. Hon spælir mest á høgra bakki, har hon dugir sera væl at bróta í gjøgnum verjuna millum bakk og vong ella at spæla høgra vong leysan til skot.

Elsa er eisini sera góður verjuleikari, og á landsliðnum var hon mest brúkt í verjupartinum.


Á myndini fegnast Elsa Egholm í miðjuni saman við Brynju Høj og Janu Mittún um søguliga javnleikin móti Kroatia í EM-endaspælinum í fjør. (Mynd: EHF)