,

Steven Gerrard skal møguliga til Saudi Arabia

Skrivað

FM1

Dagfesting

Steven Gerrard skal møguliga verða venjari í Saudi Arabia, sambært Liverpool Echo.

Gerrard hevur verið uttan venjarastarv síðani 20. oktober 2022, tá ið Aston Villa endaði samstarvið við tí 43 ára gomlu Liverpool legenduna.

Sambært miðlum hevur felagið Al-Ettifaq bjóða honum venjarastarv í vikuskiftinum.

Steven Gerrard var eisini sæddur í Damman og bleiv spurdur um møguleikan at venja í Pro League. Hann hevur sambært Liverpool Echo fortalt, at hann er opin fyri møguleikanum, men hann krevur meira umhugsanartíð.

Tann 43 ára gamli venjarin hevur annars verið settur í sambandi við Leeds og Leicester, sum flutti niður úr Premier League í ár.

Hettar kappingarárið endaði Al-Ettifaq á einum 7. plássið.