Marcus Rashford verður hægstlønti hjá Manchester United; Jordan Pickford á listanum hjá Manchester United; Bayern München hevur biðið Manchester City og Barcelona um at halda seg burtur frá Joshua Kimmich; James Maddison frá Leicester kann enda hjá Tottenham ella Newcastle.
Keldur vilja vera við, at PSG hevur verið í samráðingum við Mikel Arteta um at taka við sum nýggjur venjari.

Arsenal hevur “sera góðar vónir” um, at kunna fáa keypini av Kai Havertz og Declan Rice undir land í summar. Teir eru komnir langt í samráðingunum við báðar leikararnar og verður roknað sum fremstu avbjóðari til at fáa fatur á leikarunum, sum hava hægstu raðfesting.
Miðvallarleikarin hjá Arsenal, Albert Sambi Lokonga, stendur á keypslistanum hjá Burnley.
Bayern München hevur biðið Barcelona og Manchester City um at halda seg burtur frá Joshua Kimmich.
Væntað verður, at Brendan Rodgers endiliga verður kunngjørdur sum nýggjur sjefur hjá Celtic mánadagin. Mo Elyounoussi hevur gloppað hurðina fyri at venda aftur til Celtic eftir, at Brendan Rodgers aftur kann taka við hjá Celtic.

Newcastle hevur víst áhuga fyri miseydnaða leikaranum hjá Chelsea, Marc Cucurella.
Tann £2,3 milliardir vinningurin frá søluni av Chelsea fyri meira enn einum ári síðani fyri neyvan at røkka offrunum fyri russiska krígnum ímóti Ukraine í ár, um yvirhøvur nakrantíð, tí Roman Abramovich er trekur at avskriva peningaognina. “Heims-broytandi” hjálpargrunnurin fyri Ukraine er endaðiur í onga mannalandi, tí peningaognin á tær £2,3 milliardirnar frá søluni av Chelsea eru fastlæstar og tí heita ráðharrar á ES um at skunda undir seinkingarnar.
Hesa vikuna ætlar Chelsea at seta ferð á royndina at útvega sær miðvallarleikarn Moisés Caicedo frá Brighton og áleyparan Nicolas Jackson frá Villarreal. Chelsea ætlar at gjalda okkurt um £30 milliónir fyri at sleppa at keypa áleyparan hjá Villarreal, Nicolas Jackson og samráðingarnar eru komnar væl áleiðis.
Everton og Marseille kappast um stjørnuleikaran hjá Sheffield United, Iliman Ndiaye.
Tað sigst, James Maddison fer at skifta til antin Tottenham ella Newcastle í summar, tí hann ynskir at spæla Premier League fótbólt komandi kappingarár, nú Leicester er flutt niður í Championship.
Cody Gakpo sær seg sjálvan sum miðframherja – og tað kann órógva hin £85 millíonir verda uruguayanska áleyparan hjá Liverpool, Darwin Nunez.
Liverpool ynskir at knýta fimm miðvallarstjørnur at hópinum, har nýggi handilsstjórin, Jorg Schmadtke, vónar at leggja væl frá landi á Anfield.
Manchester United og Manchester City hava bæði heili 120.000 fjepparar, sum standa í bíðirað til at fáa árskort.
Væntað verður, at Manchester United fer at hækka boðið á £50 milliónir fyri miðvallarlaikaran hjá Chelsea, Mason Mount, hesa vikuna.
Marcus Rashford fer at gerast hægstlønti leikarin hjá Manchester United við einari vikuløn á £375.000.

Enski landsliðsmálverjin Jordan Pickford verður framvegis roknaður sum besta boð til at avloysa David de Gea á Old Trafford og Manchester United umhugsar at bjóða £45 millíonir.
Niðurflutta Southampton krevur £15 millíonir fyri Nathan Tella.