, ,

Andoni Iraola avloysir Gary O’Neil í Bournemouth

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fyrr í dag bleiv boðað frá, at Bournemouth hevði loyst Gary O’Neil úr starvið. Tann 40 ára gamli enski venjarin avloysti Scott Parker tíðliga í kappingarárinum 2022/23 og fekk teir upp á eitt 15. pláss í Premier League, sum uppflytarar.

Í staðin hava The Cherries sett tann spanska Andoni Iraola í starv sum nýggjan høvuðsvenjara á ein 2 ára sáttmála. Iraola kemur úr Rayo Vallacano, sum endaðu á einum 11. plássið í La Liga.

Andoni Iraola byrjaði sína venjaraleið í AEK Larnaca og fór síðani til CD Mirandés, áðrenn hann í 2020 bleiv høvuðsvenjari hjá Rayo Vallacano.