, ,

James Maddison er seldur til Tottenham

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Niðurflytarnir Leicester hava í kvøld selt tann 26 ára gamla James Maddison til Tottenham.

Prísurin er áljóðandi 40 mió pund, sambært Fabrizio Romano.

Sambært heimasíðuni hjá Tottenham, fær James Maddison ein fimm ára sáttmála.

Miðvallarin kom úr Norwich í 2018 og leikti 203 dystir fyri The Foxes. Hann skoraði 55 mál fyri felagið og hjálpti Leicester at vinna F.A Cup í 2021.