,

Firmino er ávegis til Al Ahli

Skrivað

FM1

Dagfesting

Roberto Firmino brúkti 8 ár í Liverpool og var ein sonn hetja á Anfield Road. Hann er nú á veg til Al Ahli úr Saudi Arabia, sambært Fabrizio Romano.

Fyri nøkrum døgum síðani skrivaði Al Ahli undir við málverjan Édouard Mendy úr Chelsea.

Liverpool legendan leikti 362 dystir og skoraði 111 mál fyri felagið. Sáttmálin gongur út í dag og hann kann tí frítt velja, at skriva sáttmála við onnur feløg.