,

Mason Mount til Manchester United

Skrivað

FM1

Dagfesting

Chelsea hava góðtikið boðið frá Manchester United á 60 mió pund og Mason Mount er klárur at skrivað ein 5 ára sáttmála við felagið.

Tann 24 ára gamli Mason Mount skal ímorgin til læknakanning hjá Manchester United, sambært fleiri miðlum.

Mount verður tí skjótt kunngjørdur sum nýggjur leikari undir Erik Ten Haag.

Lánileikarnir Marcel Sabitzer og Wout Weghorst eru farnir aftur til sítt felag. Ethan Laird er seldur til Birmingham City og enn er óvissa um framtíðina hjá David De Gea. Sambært Mark Goldbridge hjá United Stand, fer tann spanski málverjin ikki halda framm í felagnum.

Tí kann vantast, at fleiri leikarar eru ávegis til United. Leysasøgur hava verið um, at Manchester United fara at bjóða uppá André Onana og Rasmus Højlund.