Kolding Idræts Forening varð stovnað í 1895 og spældi í bestu donsku deildini í 1982 og 1983. Stóra stjørnan var Jan Mølby og hann var longu sum 18 ára gamalur liðskipari hjá felagnum, har hann var uppvaksin. Hann spældi fyrsta dystin á danska A-landsliðnum saman við Michael Laudrup og Kim Ziegler tann 15. juni 1982 og gjørdist sostatt fyrsti landsliðsleikarin hjá Kolding IF.
Tann 1. juli skifti hann til hollendska Ajax Amsterdam, har hann gjørdist viðleikari hjá Jesper Olsen og Søren Lerby, og var beinanvegin við til at vinna greipuna fyri kappingarárið 1982-83. Evnini vóru eyðsýnd og hann dugdi at sparka við báðum beinum. Avleveringarnar vóru harðar og lógu snórabeint. Hann hevði eisini framúrskarandi yvirblikk. Hann var ikki skjótur, men hinvegin gløggur og framskygdur.
Uttan fyri vøllin var hann ikki altíð so gløggur og tað gav at bíta, tá hann eftir ein dyst endaði í einum samanbresti við venjarin hjá Ajax, Aad de Mos. Av onkrari orsøk endaði handklæði hjá venjaranum undir brúsuni eftir dyst og de Mos gav Mølby skyldina, tá hann vant váta handklæði út yvir klæðini hjá stóra dananum. Mølby var sjálvandi í øðini og drønaði inn á kontórið hjá venjaranum, har hann vant sítt egna dýggjváta handklæð út yvir klædningin hjá Aad de Mos. Teir mundu endað í hornatøkum, men í staðin var Jan Mølby settur á sølulistan.
Venjarin hjá besta liðnum í Europa, Joe Fagan, gav honum eina 10 daga royndarvenjing. Á danska landsliðnum varð roknað við, at Jan Mølby skuldu avloysa Morten Olsen sum fríverja í verjuni, men Joe Fagan umskúlaði Mølby til spælskipara á miðvøllinum og tað var ein sannur meistaraleikur!
Jan Mølby hevði spælt 7 landsdystir, tá hann varð úttikin til EM 1984, men hann spældi ongan dyst undir endaspælinum. Tað var lítið frægari, tá hann varð úttikin til HM 1986, men hann spældi fýra dystir; tó mest sum innskiftari.
Øðrvísi var í Liverpool, har Mølby spældi 52 dystir í øllum kappingum og skoraði 19 mál í kappingarárinum 1985-86, tá Liverpool vann greipuna fyri fyrstu ferð nakrantíð í søgu felagsins. Serliga í FA Cup finaluni ímóti kappingarneytanum úr Everton stroyddi hann harðar og neyvar sendingar rundan um seg. Hann átti Wembley tann dagin og legði upp til mál hjá Ian Rush og Craig Johnston. Hann var fastur á klubbliðnum, sum kundi vunnið HM, men eyka á danska landsliðnum.
Mølby fekk uppreisn í undankappingini til EM 1988, tá hann skoraði tvær frísparksperlur ímóti ávikavist Tjekkoslovakia (1-1) og Finnlandi (1-0). Tað vóru hansara einastu mál á danska landsliðnum, men við málúrtøkuni 4-2 vann Danmark seg til endaspælið og Mølby hevði skotið 50% av málunum. Kortini varð hann frásáldaður til EM-hópin orsakað av einum øklaskaða.
Øklaskaðin hevði eisini við sær, at Kenny Dalglish valdi Steve McMahon og Ronnie Whelan framum á miðvøllinum. Í oktober 1988 gekk tað heilt galið, tá hann koyrdi alt skjótt í einum býarøki og koyrdi undan løgregluni. Um rúsdrekka var uppií, varð ongantíð avdúkað, men hann fekk eina fongsulsrevsing upp á tríggjar mánaðir.
Hann flutti inn hjá Jeff james, sum Sepp Piontek kallaði fyri “húshovmeistara”, sum eisini gjørdist hansara privati bilførari. Lýdnisbrot, fongsulsrevsing, avboð til venjingardystir við landsliðnum og livihátturin stóðu ikki mát við hansara fótbóltsførleikar. Tað var ein orsøk til, at hann varð kallaður The Great Dane ella Rambo.
Í 1985 var hann á bonkinum, tá vanlukkan hendi á Heysel og hann var eisini í nánd, tá Hillsborough vanlukkan hendi í 1989.
Seinasta landsdystin spældi hann í november 1990, tá Danmark tapti 0-2 fyri Jugoslavia. Saman við Michael Ladrup, Brian Laudrup og Jan Heintze varð hann ósamdur við nýggja, danska landsliðsvenjaran, Richard Møller Nielsen. Mølby spældi samanlagt 33 landsdystir, har av 15 heilar dystir, meðan hann varð innskiftur í 12 og útskiftur í 6 landsdystum.
Hann spældi ein alsamt minni týðandi leiklut á Liverpool-liðnum, men var kortini við til at vinna meistaraheitið í 1986, 1988 og 1990, FA Cuppina í 1986, 1989 og 1992 umframt League Cuppina í 1992. Samanlagt spældi Jan Mølby 281 dystir fyri Liverpool og skoraði 58 mál upp á tólv ár frá 1984-96. Hann var eisini fastur brotssparksskjútti hjá Liverpool í mong ár, harímillum eitt hattrikk upp á brotsspørk ímóti Coventry City í einum League Cup dysti tann 26. november 1986. Hann skoraði upp 42 brotsspørk av 45 møguligum.
Í dag býr Jan Mølby í Onglandi saman við konuni Mandy og tey eiga tvey børn saman. Hann er ofta viðmerkjari í sjónvarpinum.