Tann 7. juli 2011 raplaði takið niður undir bygging á leikvøllinum hjá FC Twente, De Grolsch Veste, har tvey fólk lótu lív og 14 onnur fingu skaða.
Hollendska FC Twente er eitt lutfalsliga ungt felag úr býnum Enschede. Tann 1. juli 1965 legði Enschedese Boys saman við hollendska meistarafelagnum frá 1926, Sportclub Enschede. Nýggja navnið gjørdist Football Club Twente.
Í kappingarárinum 2002-03 fór felagið av knóranum og framsøkni handilsmaðurin, Joop Munsterman, tók við. Felagið kom fyri seg og vann steypakappingina 2004. Kappingarárið 2007-08 endaði Twente á 4. Plássinum, sum gav atgongd til frásáldingardyst ímóti Ajax um at vinna seg í Champions League. Millum áskoðararnir til dystin var fyrrverandi enski landsliðstjórin, Steve McClaren, sum skuldi taka við sum venjari hjá FC Twente.
Fyrsta kappingarárið undir leiðsluni hjá McClaren eydnaðist væl, tí liðið endaði á 2. plássi (11 stig aftan fyri AZ Alkmaar) og tapti steypafinaluna fyri Heerenveen. Árið eftir vann Twente (higartil einasta) meistaraheitið á seinasta leikdegi, tá liðið vann 2-0 á útivølli ímóti NAC Breda. Steve McClaren gjørdist sostatt fyrsti onglendingurin, sum leiddi eitt hollenskt felag til meistaraheitið, síðani Bobby Robson í 1992 við PSV Eindhoven. McClaren skifti til Wolfsburg í Týsklandi og navnframi Michel Preud’homme tók við.
Felagið helt fast við góðu gongdina, tá liðið fyrst vann steypafinaluna fyri 3. ferð, hesaferð ímóti Ajax, men tapti 1-3 fyri sama Ajax á seinasta leikdegi, hóast teir høvdu verið á odda.
Framgongdin á vøllinum skundaði undir ætlanirnar at víðka um áskoðaraplássini, sum teir júst høvdu gjørt í 2008. Byggingin byrjaði á vári 2011 og hevði veruliga tikið dik á seg í juli, tá takið raplaði. Sambært hollendskari frágreiðing góvu tveir studdbjálkar seg og takið raplaði niður á áskoðaraplássini aftan fyri annað málið. Tíbetur var ongin dystur tann, men ein byggihandverkari doyði alt fyri eitt, meðan ein annar doyði á sjúkrahúsinum. Fjúrtan onnur fingu skaða.

Árið eftir reisti felagið eina standmynd til minnis um ofrini.