, ,

Bolivia bremsaði Brazil

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tann 25. juli 1993 tapti Brazil fyrsta HM-undankappingardystin nakrantíð, tá Bolivia vann 2-0 í La Paz.

Tá hevði Bolivia bert luttikið í tveimum HM-endaspølum (1930 og 1950), meðan Brazil longu hevði vunnið trý HM-steyp (1958, 1962 og 1970). Og brasilianararnir høvdu ongantíð tapt ein HM-undankappingardyst, síðani FIFA ásetti teir undan HM 1934, men Brazil luttók eisini fyrstu ferð í undankappingini til HM 1954, tí teir vunnu seg sjálvvirkandi til HM-endaspølini í 1934, 1938 og 1950 (sum vertstjóð).

Brazil møtti í HM-undankappingini 1994 Bolivia á Estadio Hernando Siles í La Paz. Leikvøllurin liggur 3.637 metrar yvir sjóvarmálanum og er ein av hægst liggjandi leikvøllum í heiminum. 42.611 áskoðarar sóu dystin, sum var málleysur til seinastu minuttirnar.

Í 88. minutti fekk boliviski miðvallarleikarin, Marco Etcheverry, fatur á bóltinum um miðvallarlinjuna og turnaði frameftir vinstru síðu allan vegin aftur á baklinjuna og stóð ímóti trýstinum frá nøkrum brasilskum verjuleikarum. Hann smekkaði bóltin tvørt fyri málið, har hann rakti beinið á málmanninum Cláudio Taffarel og støkk inn í málið.

Brazil sendi fleiri leikarar frameftir í einari ørvillari roynd at kunna javna, men Bolivia gjørdi sær dælt av plássinum aftan fyri brasilsku verjuna og økti um leiðsluna. Etcheverry sendi bóltin fram til innskifta áleyparan, Álvaro Peña, sum plaseraði bóltin fram við Taffarel og í netið frá horninum av 5-metur linjuni. Bolivia vann sostatt 2-0.

Bæði liðini vunnu seg at enda til HM-endaspælið, har Brazil vann 4. HM-heitið, meðan Bolivia reyk út í fyrsta umfari.