Tolið hjá Sjúkrarøktarafelagnum er nú uppi

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Nú má ábyrgdarloysið steðga. Vit hava tí boðað Sjúkrahúsverkinum frá, at frá hósdegnum 2. november klokkan 16 verða undantøkini á seingjardeildum, skurðdeildum og ambulatorium ikki givin. Okkara vón er, at hetta fær landsstýriskvinnuna at skilja álvaran og velja semju. Tí nógv stendur upp á spæl. Hetta er eitt stríð um haldførið í øllum heilsuverkinum. 

Tað skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar á heimasíðu sínari.

Felagið sigur, at landsstýriskvinnan hevur eitt uppskot til semju liggjandi á sínum borði, eitt uppskot, har felagið, sambært Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar, hava flutt seg so langt.

– Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur síðan apríl roynt at samráðst við Fíggjarmálaráðið og roynt at finna loysnir. Men frá fyrsta degi hevur Fíggjarmálaráðið ongan vilja víst at finna semju. Hetta kunnu vit sum felag ikki liva við, og tað eigur einki fakfelag at gera, skrivar felagið.

Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava í tveimum umførum verið í drúgvum verkføllum fyri at lyfta lønarlagið hjá sjúkrarøktarunum, ið felagið metir hevur verið ov lágt løntur.

– Í hesum døgum fyrireikar Fróðskaparsetrið seg til vetrarupptøkuna á sjúkrarøktarfrøði. Latið okkum senda eitt signal til hesi ungu fólk, ið enn velja sjúkrarøkt, at í Føroyum virða vit sjúkrarøktina.

Víðari skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar, at:

“Hesar fimm vikurnar, ið vit hava verið í verkfalli, hevur Fíggjarmálaráðið als ikki tikið ábyrgd og latið alt sjúkrahúsverkið dúvað uppá okkara undantøk, vitandi at vit, sum vant, taka ábyrgd.

Við 40 deildum í verkfalli, er trýstið stórt, og rúgvan av útsettum viðgerðum gerst størri fyri hvønn dag.

Nú má ábyrgdarloysið steðga. Vit hava tí boðað Sjúkrahúsverkinum frá, at frá hósdegnum 2. november kl. 16 verða undantøkini á seingjardeildum, skurðdeildum og ambulatorium ikki givin.

Okkara vón er, at hetta fær landsstýriskvinnuna at skilja álvaran og velja semju. Tí nógv stendur uppá spæl. Hetta er eitt stríð um haldførið í øllum heilsuverkinum”.