Landsliðsleikarin, Adrian Justinussen, er valdur á besta liðið í heyst í næstbestu donsku deildini, NordicBet Ligaen. Tað er sjónvarpsrásin Viaplay, sum velur liðið.
Adrian Justinussen hevur í heyst skotið 10 mál í 16 dystum fyri Hillerød, sum í løtuni er nummar 6.
Eftir góðu avrikini fyri Hillerød, síðan hann fór niður at spæla fyrst í árinum, meta fleiri serfrøðingar, at Adrian Justinussen hevur góðan møguleika at verður keyptur till okkurt felag í Superliguni ella aðrari sterkari deild.
