Ætlar landstýriskvinnan at gera nakað við ávarsliga rúsevnamismisnýtsluna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett ein skrivligan fyrispurning til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsannu Bertholdsen, um evnið rúsevni og rúsevnismisnýtslu.

Hann spyr, hvørji tilmæli úr Heildarætlanini at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum eru sett í verk, og hvørjar ætlanir landsstýriskvinnan hevur fyri at gera nakað munagott á økinum.

Í 2022 varð Heildarætlanin, ið inniheldur 58 tilmæli, handað løgmanni. Tilmælini fevna um eina fjølbroytta viftu av átøkum, sum hava til endamáls at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtsluni í Føroyum.

Tilmælini eru bólkað í ymsar bólkar, so sum fyribyrging, trivnað, foreldraleiklutur og foreldrasamstarv, tvørgeiraligt samstarv, viðgerð og eftirviðgerð, eftirlit og vitanargrundarlag.

Magnus Rasmussen vísir á, at trupulleikin við rúsevnum bara veksur og veksur í samfelagnum, og at fleiri og fleiri misnýtarar eru. Hann leggur dent á, at støðan er sera álvarslig, og at tað er neyðugt at fáa betri ljós á støðuna og ætlanir landsstýrisins á økinum.

Fyrispurningurin er settur fyri at fáa greitt svar uppá, hvørji átøk eru gjørd, og hvørjar ætlanir eru fyri framtíðina í sambandi við at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtsluni í Føroyum.