,

Alivinnan eigur lívið í havnini á Eiði

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Eiði hevur altíð verið kent sum útróðrarhavn, serliga fyri várróðurin, og var leingi eitt av teimum leiðandi avreiðingarplássunum í Føroyum. Ídag sær nakað øðrvísi út, og alivinnan stendur nú fyri tí mesta av virkseminum í havnarlagnum har.

Bátafiskur tekur framvegis móti útróðrarfiski, og enn eru knotur í útróðrarmonnum á Eiði; men bátarnir eru so við og við vorðnir færri, og avreiðingarvirksemið er minni í dag enn tað var fyri sig 10 árum síðan. Eisini er virksemið hjá Sjógæti sum var á Eiði hildið uppat.

“Tað mesta av vinnuligum virksemi í havnarlagnum er tað hjá KJ sum framleiða og umvæla aliringar,” sigur Oddur Ejdesgaard, havnarmeistari. “Hjá teimum er virksemi dagliga, og har munu arbeiða millum trý og átta fólk, alt eftir hvussu nógv er at gera.”

Eitt annað sum undristrikar at alivinnan er virkin í Eiðis havn, er Salmon Proteins, sum hevur verið har í eini 20 ár. Virkið tekur ímóti súrløgu frá alivinnuni og avskipar víðari til framleiðarar av proteinum til djórafóður. Virkisbygningurin stendur eitt sindur burtur frá sjálvari kaiini, men ein rørleiðing yvir til atløgubryggjuna ger at avskiping til tangaskip gongur smidliga.

Millum eina og tvær ferðir um mánaðin kemur eitt tangaskip inn á Eiði at taka ímóti súrløgu. Talan er um eini 10-12.000 tons um árið.

“Tangaskipini sum koma eftir súrløgu eru millum 80 og 100 metrar long,” sigur Oddur Ejdesgaard. “Tey stinga tó ikki so djúpt, so tað er eingin trupulleiki. Tey fylla nógv upp í landslagnum tá tey eru her, men tað gongur skjótt fyri seg at pumpa súrløgin umborð. Tey plaga at taka millum góð 500 og 1.000 tons hvørja ferð.”

Útróðurin hevur tó framvegis týdning á Eiði.

“Einir fýra útróðrarbátar rógva fast út og avreiða til Bátafisk,” leggur havnarmeistarin afturat. “Har hendir bara ikki líka nógv sum tað plagdi at gera.”

Og ferðavinnan hevur enn ikki givið nakað serligt virksemið fyri havnina, sjálvt um Eiði er kent sum ferðamál, fyrst og fremst sum vertstað fyri Risan og Kellingina.

“Bátaframleiðarni Brim Boats er so her og tey havt okkurt virksemi í ferðavinnuhøpi, og møguliga verður okkurt meira har; men tað vita vit so ikki.”