,

Almennar lønir vaksa mest

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Seinasta 12 mánaðarskeiði eru útgoldnu lønirnar vaksnar við einari slakari miljón.

Størsti vøkstur í krónum var í  “Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar” og næst í “Heilsu- og almannaverk”.

Lutfalsliga var størsti vøkstur í “List, undirhald og ítróttir”. “

Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða” hevði sum einasta vinnugrein eina minking í útgoldnu lønunum samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Minkingin var 5 prosent ella knapt 80 mió. kr.