Alt opið undan seinnu hálvfinaluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi Steypakappingini Kvinnur
Hálvfinala: Neistin – H71 21-22 (11-12)

Hálvfinalan í Faxe Kondi Steypakappingini millum kvinnurnar hjá Neistanum og H71 í høllini á Hálsi, varð eins spennandi, sum væntast kundi undan dystinum.

Dysturin var javnur og spennandi. Bæði liðini byrjaðu við nógvari ferð, og stutt var millum málini.

Neistin royndi at steðga skjótálopunum hjá H71 langt frammi, men tað hjálpti lítið, og H71 setti ferð á. Millum annað streyk Inga Maria Joensen tvær ferðir gjøgnum verjuna hjá Neistanum. Í hinum endanum fór blaðunga og sera kvika Ró Reginsdóttir tvær ferðir ígjøgnum og skoraði.

Av og á var ov nógv ferð á og tóktist tað sum um liðini høvdu trupult at fylgja við.

Ferðin fór spakuliga úr dystinum, og serliga Neistin hevði truplari við at koma gjøgnum verjuna hjá H71, sum eina løtu kom fram um við tveimum málum, 4-6, tá ið einir 10 minuttir vóru spældir.

Tað kundi lættliga verið upp aftur betri hjá H71, tí tvey brotskøst vóru brend hesa løtuna.

Fyrst í dystinum var Maria Weyhe hjá H71, sum hevur verið skadd í nakrar vikur, á beinkinum. Men hon kom skjótt á vøllin, og tað skuldi vísa seg at hava nógv at siga fyri spælið hjá H71.

Ró Reginsdóttir helt fram at stórspæla og var ein lyklaleikari hjá Neistanum í fyrra hálvleiki. Eisini riggaði strikuspælið inn til Brynju Høj væl.

Málini gjørdust færri, sum fyrri hálvleikur leið. Verjurnar stóðu sera væl. Kortini høvdu málverjarnir fáar bjargingar, og bæði liðini skiftu málverja.

H71 hótti við leggja seg fram um, men Neistin kom aftur í aftur. Í hálvleikinum var støðan 11-12.

Neistin kom við fullari ferð á vøllin í seinna hálvleiki og skoraðu fýra tey fyrstu málini eftir steðgin.

H71 brendi fleiri skot hesa løtuna, og Lukka Arge brendi fjórða brotskasti hjá H71. Framman undan hevði Maria Weyhe brent tvey og Anna Elisabeth Weyhe eitt.

Neistin var framman fyri 18-14 og 19-15, áðrenn H71 svaraði aftur. Elsa Egholm fekk hol á brotskastsskjótingina hjá H71, og Maria Weyhe vann fleiri brotskøst, og vísti veruliga, hvønn týdning, hon hevur fyri H71. Eisini var Karin Egholm sera trygg av høgra veingi, og hevði hon ikki skorað so væl, so kundi Neistin saktans verið komið meira fram um.

Í staðin kom H71 aftur í aftur. Ferðin fór veruliga úr álopsspælinum hjá Neistanum, og tað hjálpti eisini, at Maria Beder kom í máli hjá H71 og bjargaði onkrum skoti. Hinir báðir málverjarnir, Rúna Larsen og Alda av Skarði bjargaðu ikki nógvum.

H71 át seg upp á javnleik 21-21, tá ið seks minuttir vóru eftir.

So kom einki mál í seks minuttir, og bæði liðini tyktust uttan orku at seta líkinda álop upp.

Eitt mál kom tó afturat. Trý sekund vóru eftir, Maria Weyhe hugdi upp á klokkuna, fór móti verjuni og skeyt niður í jørðina og í málið til úrslitið 21-22.

Harvið er alt opið undan seinna dystinum, sum verður í Hoyvíkhøllini klokkan 17.00 leygardagin.

Faxe Kondi Steypakappingini Kvinnur
Hálvfinala: Neistin – VÍF 21-22 (11-12)

Neistin:

Bjørk F. Joensen 7 (6 brotskast)
Brynja Høj 4
Silja Heðinsdóttir 3
Ró Reginsdóttir 3
Birna Eyðunardóttir 2
Marjun Danberg 2
Eir Martinsdóttir
Anna S. Mikkelsen
Hervør Niclasen
Tóra L. Mortansdóttir
Bára Eliasen
Lív Rouch
Helena D Magnussardóttir
Yui Shibuya

Miriam Bethuelsdóttir Útvísingar: Bára Eliasen : 1

H71:

Elsa Egholm 6 (5 brotskøst)
Karin Egholm 5
Maria H. Weyhe 3
Lea S. L. Brockie 3
Inga Maria Joensen 2
Anna Elisabeth H. Weyhe 2
Karina Debes Heinesen 1
Rúna J. Larsen
Lukka Arge
Alda av Skarði
Tóra Róadóttir
Maria Beder
Fjóla Skaalum Vilhelm
Sára Jacobsen
Sofe Kornelius
Brynhild Pálsdóttir

Útvísingar: Elsa Egholm : 1

Dómarar: Jón Simonsen og Dánial Hansen