Andrass til triðbestu deildina í Danmark

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Andrass Johansen skiftir frá B36 til danska felagið Fremad Amager.

Fremad Amager, sum spælir í triðbestu donsku deildini boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 23 ára gamla føroyska landsliðsleikaran.

– Eg haldi, at Fremad Amager er eitt stað, har eg kann betra meg og náa eitt hægri stig, sigur Andrass.

Felagið er í løtuni fremst í triðbestu donsku deildini og stríðist fyri uppflyting.

Andrass Johansen er uppvaksin í B36, og hevur verið týðandi leikari hjá B36 í nøkur ár. Hann hevur spælt seks landsdystir.