Løgtingsfólkini úr andstøðuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Beinir Johannesen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Bárður á Steig Nielsen, Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana hava lagt fram eitt uppskot til broyting í kolvetnisskattalógini.
Uppskotið snýr seg um at lækka skattaprosentið fyri vanliga kolvetnisinntøku, soleiðis at hon samsvarar við galdandi skattastig fyri partafeløg.
Endamálið við uppskotinum er at eggja til oljuleiting undir Føroyum.
Løgtingsfólkini vísa á, at síðan upprunaliga skattaskipanin kom í gildi í 1999-2000, er nógv broytt. Tá lá oljuprísurin umleið á 18-20 dolllarar fyri tunnuna, men seinastu árini hevur hann verið millum 70-80 dollarar og upp í 120 dollarar fyri tunnuna. Harumframt eru nýggjar leiðir bodnar fram til leiting og framleiðslu á økjum, sum tá ikki vórðu mettar gjørligar at leita á av tekniskum orsøkum.
Í viðmerkingunum til uppskotið verður nevnt, at áhugin fyri at leita eftir kolvetni undir Føroyum er avmarkaður. Tað er eyðsæð, at oljufeløg meta jarðfrøðiligu óvissurnar og váðarnar ov stórar í mun til møguliga vinningin. Tí verður skattaskipanin nú eftirmett og mett um, hvørt hon er ein forðing fyri, at leitað verður.
Jarðfeingi hevur upplýst, at oljufeltini Rosebank og Cambo liggja tætt við føroyska markið. Um hesi byrja framleiðslu, kann hetta økja um áhugan hjá oljufeløgunum fyri føroyska økinum. Við at lækka skattatrýstið vil landið senda eitt signal um, at Føroyar eru til reiðar at taka ímóti oljuleiting.
Uppskotið kemur í gildi dagin eftir, at tað er kunngjørt, og fær virknað frá 1. januar 2025.