Meðan flest allar ítróttakappingar halda frí um jólini, so er øðrvísi við fótbóltinum í Onglandi, har nógvir fótbóltsdystir verða spældir um jólini.
Heilt serliga støðu hava fótbóltsdystirnir annan jóladag, sum verða mettir at vera ein siðbundin partur av enskari jólamentan.
Í Føroyum hevur enskur fótbóltur í minst hálva øll havt eina helt serliga støðu, og flestu fótbóltsviðhaldsfólk í Føroyum halda við einum liði í Onglandi. Tí hevur annar jóladagur, ella Boxing Day, sum hann eitur á enskum, eisini serliga støðu í Føroyum, og nógvir dystir Premier League eru at síggja í sjónvarpinum, meðan seinasti jólamaturin verður etin.
Dagsins dystir í Premier League
Klokkan 12.30
Manchester City – Everton
Klokkan 15.00
Newcastle – Aston Villa
Nottingham Forest – Tottenham
Bournemouth – Crystal Palace
Chelsea – Fulham
Southampton – West Ham
Klokkan 17.30
Wolves – Manchester United
Klokkan 20.00
Liverpool – Leicester City
Hvat er Boxing Day?
Boxing Day er frídagur í Bretlandi, og er ein av sonevdnum Bank holiday, tá ið flest allir bretar hava frí. Upprunaliga stavar heitið frá frá Charles Dickens, ið brúkti heitið í 1833. Tá var dagurin kendur fyri, at arbeiðsgevarar góvu jólagávur til starvsfólk og húsfólk, ið máttu arbeiða á jólum. Í dag er upprunaliga meiningin burtur, og Boxing Day er kendur fyri ítrótt og innkeyp.
Fótbóltssiðvenjan annan jóladag
Tann fyrsti dysturin annan jóladag var spældur í 1888, tá Derby County spældi móti Bolton Wanderers, og West Bromwich Albion var vertur fyri Preston North End. Síðan eru spældir yvir 4.000 dystir hendan kenda fótbóltsdagin.
West Bromwich Albion hevur spælt flest dystir á Boxing Day, meðan Manchester United hevur vunnið flest stig. Harry Kane eigur metið fyri at skora flest mál á Boxing Day.
Annan jóladag í 1963 vóru heili 66 mál skotin í 10 dystum.
