Annika best bjargingarprosent í EM

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Danski hondbóltsmiðilin hbold.dk hevur stutta grein um bjargingarprosentið hjá málverjunum higartil í EM-endaspælinum í hondbólti fyri kvinnur.

Tað vísir seg, at okkara føroyski málverji, Annika Fríðheim Petersen, er ovast á listanum. Hon hevur bjargað umleið 42 prosent av øllum skotunum.

Verður hugt nærri at hagtølunum á heimasíðuni hjá evropeisku hondbóltssamgonguni EHF, sæst, at Annika Fríðheim Petersen, bjargaði 28 av 67 skotum í trimum dystum.

Hin føroyski málverjin Rakul Wardum bjargaði 16 av 51 skotum ella 31,37 prosent av skotunum.


Hagtøl EM 24 í kvinnuhondbólti – Bjargingarprosent

NrMálverjiLandDystirSkotBjargingarBjargingarprosent
1Petersen Annika FridheimFøroyar3672841,79
2Szemerey ZsófiUngarn61245141,13
3Kristensen Anna OpstrupDanmark61485939,86
4Novotná SabrinaKekkia31074239,25
5Ten Holte YaraNiðurlond61445638,89
6Sako HatadouFrakland5672638,81
7Glauser LauraFrakland61335138,35
8Solberg-Oesthassel SiljeNoreg61134237,17
9Bundsen JohannaSvøríki61655935,76
10Reinhardt Althea RebeccaDanmark5742635,14
11Thorsteinsdottir Elin JonaÍsland3762634,21
11Lunde KatrineNoreg4762634,21
13Filter KatharinaTýskland61213932,23
14Wachter SarahTýskland61003232
15Duijndam RinkaNiðurlond6882831,82
16Attingre Armelle KellyMontenegro61334231,58
17Mamic AntonijaEysturríki2601931,67
17Wdowiak PaulinaPólland5601931,67
19Rakul WardumFøroyar3511631,37
20Ivancok LenaEysturríki3581831,03
20Bešen LucijaKroatia3872731,03
22Micevska JovanaMakedonia3661928,79
23Risovic JovanaSerbia3852428,24
24Wiggins NicoleSpania3742027,03
25Schüpbach LeaSveis61824826,37
26Böde-Bíró BlankaUngarn5792126,58
27Rajcic MarinaMontenegro6571729,82
28Zima BarbaraPólland6872225,29
29Curment Bianca TominaRumenia61735330,64
30Vojnovic MajaSlovenia61976030,46